
- Hetta tiltak er liðugt.
Summarskeið: Tekniskeið – víðkað grundskeið
5. Juni 2024 kl 17.00 - 19. Juni 2024 kl 21.30
DKK750
Góði garvaði teknari!
Eftir væleydnað tekniskeið hjá Jón Sonna Jensen, bjóðar háskúlin tær hervið á summarskeið.
Hetta er eitt tilboð, ið er ætlað fyrrverandi luttakarum á skeiðum á Háskúlanum, har eftirmetingarskjøl vísa, at áhugi er fyri framhaldskeiði. Talan er um trý mikukvøld á rað: 5., 12. og 19. juni. Tvey tey fyrstu kvøldini er vanlig undirvísing, og triðja kvøldið fara vit ein felags gongutúr.
SKEIÐSLÝSING
Mikukvøldini 5. og 12. juni tríva vit í nakrar av teimum somu venjingunum, sum vit áður hava nomið við, men víðka vit um teknisku førleikarnar og fataninar av hesum venjingunum. Vit fara eisini at læra nógv nýggj ting!
Undanfarin skeið hava ávíkavist havt heitini Anatomiskt portrett og Kyrrlutamyndir, og koma vit í hesum komandi skeiði at hava kyrrlutamyndir (stilleben) sum myndevni. Líka mikið hvørjum tekniskeiði tú áður hevur luttikið á, eru hesar venjingarnar viðkomandi fyri teg, um tú hevur hug at víðari menna teg innan tekning.
Arbeitt verður við:
- blýanti
- koli
- pennum
- vatnliti
- og øðrum supplerandi amboðum
ART HIKE
Triðja mikukvøldið, 19.juni, verður eitt serligt kvøld, har allir luttakararnir á ymisku skeiðunum, fara ein felags gongutúr, ein sokallaðan Art Hike – ein listaligan gongutúr. Áður hava Jón Sonni Jensen og Guðrið Poulsen skipað fyri líknandi gongutúrum kring landið, og fært tú nú høvi at luttaka á einum slíkum.
Tað sum sermerkir ein Art Hike gongutúr, er at dentur verður lagdur á at koma at kenna náttúruna á ein øðrvísi hátt.
Hvør luttakari fær ein toyposa við einum góðum matpakka, vatnfløsku og eini sitipútu. Í posanum verða eisini aðrir forvitnisligir lutir, sum vit brúka til aktitivitetir, ið læraranir á Háskúlanum skipa fyri.
SKRÁ
5. og 12. juni:
- kl. 17.00 – 18.30: undirvísing
- kl. 18.30 – 19.15: matarsteðgur
- kl. 19.15 – 21.30: undirvísing
19. juni
- kl. 17.00 – 21.30: art hike
Prísur: 750 kr.
Avmarkað pláss!