Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.
Avlýst

AVLÝST: Vevskúli – Rammuveving 2

9. Mai 2024 kl 10.00 - 11. Mai 2024 kl 17.00
1100 DKK – 1800 DKK

Tíð og stað

9. – 11. mai 2024

Rasmusarstova, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1800 kr  við undirvísing og vistarhaldi

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Poulina Jóanesardóttir

Skeiðslýsing

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava  grundleggjandi førleikar í veving.

Rammuvevurin hevur óteljandi møguleikar, og vit seta fokus á fríar teknikkir, sum til dømis dukagang, indpluk, vestfold, hálvkrabba og aðrar teknikkir.

Á skeiðnum veva vit størri royndir við løriftsvond sum grundarlagi og nýta ymiskar teknikkir og ymiskt tilfar.

Vit bjóða tilfarinum av, og arbeiða við mynstrum og teknikkum, sum geva einstaka skeiðsluttakaranum frælsi at royna møguleikar við ymiskum tilfari og liteffektum – alt við somu grundbinding sum grundarlagi.

Vit veva størri royndir á rammuvevinum, og tú fært uppskriftir saman við vevroyndum við tær til hús, tá skeiðið endar.

Tú fært møguleika at savna teg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstøkum at fara í dýpdina og skapa. Um tú ætlar at nema tær meira kunnleika innan veving, so er rammuveving eitt gott grundarlag at byggja á.

Um undirvísaran

Poulina Jóanesardóttir  hevur  útbúgving frá Kerteminde Håndarbejdsseminarium, og hevur umframt tað verið í 4 ára verkstaðslæru á vevstovu hjá Olevinu Joensen, vevara.

Sum 19 ára gomul byrjaði Poulina at undirvísa í rammuveving á kvøldskúla í Havn. Síðani hevur hon í meiri enn 40 ár undírvíst bæði í skaftaveving, myndaveving, rammuveving og brikk- & bandveving ymsastaðni í Føroyum.

Í 1991 gjørdist hon sjálvstøðug vinnurekandi við egnum vevverkstaði. Gjøgnum tíðina hevur hon m.a. vovið kirkjuklæði til Kvívíkar, Húsavíkar og Miðvágs kirkjur, og luttikið á listaframsýningum uttanlands –  í USA, Íslandi og í Skandinavia, eins og á framsýningum í Føroyum bæði sum handverkari og listafólk.

Skráin

  • Hósdag / Kristi Himmalferðad. kl. 10:00 – 16:00
  • Fríggjakvøld kl. 16:30 – 21:30
  • Leygardag  kl. 10:00 – 17:00

Støði

Framhaldsskeið

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 9. Mai 2024 kl 10.00
  • Endar: 11. Mai 2024 kl 17.00
  • Kostnaður: 1100 DKK – 1800 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2426740/vevskuli-rammuveving-ii
Skeiðleiðari
Poulina Jóanesardóttir