Lív í Baianstovu
Lív (f.1960) hevur útbúgving frá billedskolen.dk 2008-09, og er útbúgvin kandidatur í listarligum málburðum frá Universitetitum í Karlstad og tónleikalærari frá Musikhögskolan i Ingesund 2001-06, umframt dansilörari frá KPS í Kristinehamn 1991-92.
Hon hevur sýnt fram í Danmark, Noregi, Sväríki, og í Ribarhús 2023, í Listaskálanum á Várframsýningini 2022 og hevur skriva¨skaldsäguna “Hjarta mítt fyri fót tín” í 2020.
Hon hevur eitt verk á Listasavni Färoya, “Tikin vi¨ella latin aftur”.


Súsanna Tórgarð
Súsanna Tórgarð er útbúgvin sjónleikari á Nordisk Teaterskole í Århus og er umframt tað útbúgvin ræddarlærari frá Voice Studio International í London. Hon hevur arbeitt við leiklist í Føroyum í nógv ár, sum sjónleikari, leikstjóri, hevur skrivað til pall og undirvíst.
Lív Reynheim
Lív Reynheim er etnologur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt eina síðuútbúgving sum møplasnikkari úr Svøríki.


Hedvig Westerlund-Kapnas
Hedvig hevur verið stjóri á háskúlanum síðan 2019. Hon hevur lisið teaturpedagogikk í Belgien og Føroyskt á Froðskaparsetri Føroya. Hon hevur havt sjónleikaskúla fyri børn og ung í Sjónleikarhúsinum, og hevur hon verið verkætlanarleiðari bæði í Norðurlandahúsinum og í Nordisk kulturkontakt í Finnlandi. Saman við Rakel Helmsdal skapti hon Ung í Føroyum, og seinni tók hon stig til Listaleypin, sum hon eisini var leiðari fyri í nýggju ár.
. Hedvig undirvísir okkara altjóða næmingum í føroyskum, bæði mál og mentan. Og so elskar hon at siga søgur. Háskúlar hava sum eitt grundarlag at talaða orðið hevur líka stóran týdning sum tað skrivaða, og júst hetta, at finna sína frásøgurødd, at finna uppá og spæla, er nakað sum vit fara at brúka tið uppá.