Loading tiltøk

« Øll tiltøk

BROYTINGARUPPSKOTIÐ TIL FOSTURTØKULÓGINA OG AVLEIÐINGAR AV TÍ

18. Oktober kl 16.00 - 20.00
BROYTINGARUPPSKOTIÐ TIL FOSTURTØKULÓGINA OG AVLEIÐINGAR AV TÍ
Bert fáar mánaðir eftir, at nýggja fosturtøkulógin kom í gildi, verður nú skotið upp at seta fleiri nýggjar treytir fyri gentur og kvinnur, sum ynskja abort. Broytingaruppskotið leggur m.a. upp til, at kvinnur, sum ynskja at taka abort, skulu hava kravda ráðgeving; at tær skulu hugsa seg um í 5 dagar áðrenn abortina; og at kvinnur undir 18 skulu í øllum førum – uttan tá talan er um neyðtøku, blóðskemd o.t. – hava samtykki frá foreldrunum.
Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið eru ímóti at seta slíkar forðingar í verk, sum avmarka kropsliga sjálvræðið hjá gentum og kvinnum. Vit felagsskapir skipa tí fyri tiltaki sunnudagin 18. oktobur kl. 16, har vit fara at umrøða broytingaruppskotið. Umframt sofaprát um broytingaruppskotið verður upplestur á skránni.
SOFAPRÁT:
Turið Maria Jóhansdóttir (Amnesty Føroyar) skiftir orð við Katrina Kallsberg (serlækna í kvinnusjúkum), Drós Ákadóttir (sálarfrøðing), og Ingilín D. Strøm (Amnesty Føroyar) um uppskotini um broytingar og avleiðingar av teimum.
UPPLESTUR
Á tiltakinum verður eisini upplestur. Nøvnini verða kunngjørd seinni.
HVAT GERA VIT NÚ?
Høvi verður eisini at umrøða, hvussu vit kunnu ávirka støðuna.
Vit vóna at síggja nógv av tykkum sunnudagin kl. 16 á Háskúlanum

Útgreining

  • Date: 18. Oktober
  • Time:
    16.00 - 20.00

Stað