- Hetta tiltak er liðugt.
EINDAGSSKEIÐ: Glasverkstova fyri 2 ættarlið
12. Oktober 2023 kl 10.00 - 16.00
400 DKKTíð og stað
Hósdagin í Heystferiuni, 12. oktober 2023, kl.10-16.
Í Hansastovu á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Tilmeldingarfreist er mánadagin 9. okt. Kl.12. Er ikki nóg stór undirtøka tá, verður skeiðið avlýst.
Kostnaður
400 kr fyri parið.
Við í prísinum: undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð fyri tvey.
Undirvísari
Marjun Svartafoss
Skeiðslýsing
Eindagsskeið fyri ein vaksnan og eitt barn 7ár+
Tit læra amboð og tilfar at kenna og sleppa samstundis at spæla tykkum við litum og skapum. Búrturúr koma serstakir lutir, sum tit sjálvi ella onnur kunnu gleðast um leingi.
Gott stað at byrja fyri einhvønn, sum hevur áhuga at royna glarlist. Ongin kunnleiki krevst.
Vit fara at brúka glasrestir og gera:
- Eina mynd – antin at hanga ella nýta sum borðskánara
- 2 hálsketur
- 2 pør av oyraringum
- Jólaprýði eftir huga og vild
Um undirvísaran
Marjun Svartafoss er partur av fasta hópinum á Háskúlanum. Hon hevur fingist við glaslist í nógv ár og havt fleiri fullteknað skeið á skúlanum. Hon er ein humørbumba, og dugir væl at læra frá sær.
Støði
Grundskeið
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.