Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

KVØLDSKEIÐ: Vevskúli – Myndaveving 1

11. Oktober 2023 kl 17.00 - 13. Oktober 2023 kl 21.30
1200 DKK

Tíð og stað

11. / 12. / 13. oktober 2023,

kl. 17.00 – 21.30 hvørt kvøld

Rasmusarstova, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1.200 kr fyri alla skeiðsgongdina.

Við í prísinum: undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð – eingin gisting.

TEKNA TEG

Undirvísari

Gina Hedegaard Nielsen, vevari

Skeiðslýsing

Skeið í myndaveving er bæði fyri óroyndar og royndar vevarar. Vit savna okkum um “at fáa myndaveving at líkjast myndevninum” og nýta bert fáar litir í vevingini sum t.d. svart, grátt og hvítt fyri at hugsavna okkum um formar í vevingini, umframt ljós og skugga.

Vit arbeiða við myndavevrammum og á plátum úr pappi. Vovnu myndirnar eru smáar í skapi, soleiðis at tað er gjørligt at gera myndirnar lidnar, áðrenn skeiðið endar.

Vit bjóða ein møguleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstakum at fara í dýbdina og skapa.

Um undirvísaran

Gina Hedegaard Nielsen hevur – umframt útbúgving sum myndalistafólk – verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.

Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Hon hevur síðani 1987 verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.

Støði

Grundskeið

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 11. Oktober 2023 kl 17.00
  • Endar: 13. Oktober 2023 kl 21.30
  • Kostnaður: 1200 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2230386/vevskuli-myndaveving-1
Skeiðleiðari
Gina Hedegaard Nielsen