Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FYRILESTUR: Frá akademikara til handverkara

18. Oktober 2023 kl 20.00 - 21.30

Gina Hedegaard Nielsen, tekstil- og myndlistafólk, heldur fyrilestur í Miðstovuni á Háskúlanum

 

mikukvøldið 18. oktober 2023, kl. 20:00

 

Gina fer at hugleiða um, hvussu eitt skeið á listaháskúla gjørdi, at hon heilt broytti ætlan í sambandi við útbúgving – frá akademikara til handverkara. Fyrilesturin tekur støði í kreativa arbeiðinum hjá henni sum vevari, ritstjóri, undirvísari og ígongdsetari av verkætlanum.

 

Fyrilesturin er ókeypis.

 

Gina Hedegaard Nielsen hevur – umframt útbúgving sum myndalistafólk – verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.

 

Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Hon hevur síðani 1987 verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.

Útgreining

  • Date: 18. Oktober 2023
  • Time:
    20.00 - 21.30

Stað

Fyriskipari