Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Vevskúli – Myndaveving 2

20. Oktober 2023 kl 18.00 - 22. Oktober 2023 kl 16.00
1200 DKK – 1700 DKK

Tíð og stað

20. / 21. / 22. oktober 2023,

Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1.200 kr

Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)

TEKNA TEG

Undirvísari

Gina Hedegaard Nielsen, vevari

Skeiðslýsing

Við íblástri frá ymiskum mynstrum tekna vit eina kompositión av mynstrum, sum vit síðani umseta til myndaveving. Vit nýta ymiskar teknikkir at veva við, t.d. “slyngninger”, “hakteknikkir”, umframt litir v.m.

Eisini arbeiða vit við fríum teknikkum til myndaveving við smærri uppsetingum og á myndavevrammum. Hesir teknikkir kunnu eisini nýtast til størri pløgg sum t.d. pútir, teppir, taskir, veggteppir, o.s.fr. Um tú hevur rammuvev ella skaftavev heima, so ber til at fáa nýggjan íblástur frá myndaveving og flyta teknikkir til egnan vev.

Skeiðsluttakarar hava luttikið á Myndaveving I. (grundskeið) ella hava grundleggjandi førleikar í veving frá rammuveving, skaftaveving ella myndaveving.

Vit bjóða ein møguleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstakum at fara í dýbdina og skapa.

Um undirvísaran

Gina Hedegaard Nielsen hevur – umframt útbúgving sum myndalistafólk – verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.

Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Hon hevur síðani 1987 verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.

Skráin

  • Fríggjadag kl. 18:00 – 21:30
  • Leygardag kl. 10:00 – 16:30
  • Sunnudag kl. 13:00 – 16:00

Støði

Framhaldsskeið

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 20. Oktober 2023 kl 18.00
  • Endar: 22. Oktober 2023 kl 16.00
  • Kostnaður: 1200 DKK – 1700 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2230405/vikuskiftisskeid-myndaveving-1
Skeiðleiðari
Gina Hedegaard Nielsen