
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Trívídd (3D) list í stoyping og stoypiformum
27. Oktober kl 18.00 - 29. Oktober kl 16.00
1200DKK – 1700DKK
Tíð og stað:
Vikuskiftið: 27.-29. oktober 2023
Í myndlistastovuni og Hansastovu – Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Kostnaður
1.200 kr.
Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)
Undirvísari
Jón Sonni Jensen, Myndlistafólk og háskúlalærari (www.jonsonnijensen.com)
Skeiðslýsing
Á hesum forvitnisliga skeiðnum fært tú møguleikan at læra um stoyping og formgerð innan trívídda/skulpturella list.
Á føroyskum hava vit ikki nakað gott orð fyri skulptur ella trívídda list. Vit nýta orðini standmynd ella høggmynd. Men trívídd list er so nógv meir enn tað, sum hesi bæði orðini leggja upp til – serliga tá tað viðkemur teknikk. Ein sera gamal og sera nógv nýttur teknikkur er stoyping. Men fyri at kunna gera eina avstoyping, má ein formur til, og tað er tað hetta skeiðið snýr seg um.
Vit fara at hyggja at og læra um eina ørgrynnu av ymsum sløgum av formgerð, og sjálvi skapa heilt grundleggjandi til meir fløkjasligar formar.
Grundleggjandi verður arbeitt við, gipsi, Gelflex gummi og leiri, men hugt verður eisini eftir dømum og eginleikunum hjá øðrum tilfari s.s.
- Betong
- Silikon/gummi
- Voks
- Epoxy
- Bronsa/metal
Kom við, um tú hevur hug til at menna eina dygd, sum fáa hava innilit í, og læra eina rúgvu um tilfar og teknikk.
Hvør luttakari verður biðin um at taka ein lut við, at gera ein form og stoyping av. Luturin má tola høgan hita, tí hann kann koma í samband við hitað og smeltað gummi.
Skráin
- Fríggjadagur 27. oktober, kl. 18.00-21.30
- Leygardag 28. oktober, kl. 10.00-16.30
- Sunnudag 29. oktober, kl. 13.00-16.00
Støði
Grundstøði – tó eru øll vælkomin, roynd sum óroynd
_______________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.