Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Fernisering

5. Apríl kl 16.00 - 17.00
Ókeypis
Fernisering í samstarvi við LungA school úr Seyðisfirði!
“Tá tú setur ein motor í bakkgir, so oyðileggur tú hann ikki: tú byggir eitt køliskáp.”
Er ein framsýning hjá Íslendska fólkaháskúlanum LungA School.
Kuraterað av Heiðdísi Hólm, Mark Rohtmaa-Jackson og Lauge Voss.
Á háskúlanum sunnudagin 5. Apríl kl. 16.00
Um framsýningina:
Seinastu 12 vikurnar hava listafólkini, handan framsýningina, búð saman á LungA School í Seyðisfirði – ein fjørður á Eysturlandinum, sum við Norrønu hevur beinleiðis samband til Havnar!
Hvørt vár endar skúlin, og hetta várið er einki undantak. Skúlin er júst endaður, og allir luttakararnir eru farnir hvør sína leið.
Men vit hava verið snild!
Vit hava savnað nakað av tí tilfari, ið tey lótu eftir seg, til at gera hesa framsýning.
Á borðinum á skrivstovuni á skúlanum liggur ein bók eftir Michel Serres. Tað vita vit, tí vit løgdu hana har. Tað er ein bók um larm, um órógv, um avbrot. Hetta eru árin av LungA School: ein røð av órógvi.
Fólk koma, og tey lata verkini og arbeiðshættirnar órógva hvør annan, og tey fara avstað við øðrum arbeiðsháttum; við arbeiðsháttum, sum eru broyttir. Í hvussu so er, er tað tað vit vóna.
Í bókini verður nógv sagt. Á einari síðu stendur: “Tá tú setur ein motor í bakkgir, so oyðileggur tú hann ikki: tú byggir eitt køliskáp.”

Útgreining

  • Date: 5. Apríl
  • Time:
    16.00 - 17.00
  • Kostnaður: Ókeypis

Stað

Fyriskipari