Gátt Nordic Camp

Frá 9.-12. juli 2026 savnar listafólkalegan GÁTT Nordic Camp norðurlendsk listafólk á Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn.
Felagsnevnarirnir í verkætlanini eru list og norðurlendski samleikin. Á leguni, er eitt ótrúligt fjølbroytni; frá tí avantgarda til tað fólksliga, og frá stórbýum til útnorðurlendsk bygdasamfeløg.
Ynski er at flyta fokus frá avriki til praksis, og lata ung listafólk hugsavna seg um vinaløg, at deila upplivingar og styrkja sambondini sínamillum. Legan er karmur fyri samrøðum og møguleikum við útgangsstøði í tí persónliga. Bæði útfrá einstaka listafólkinum, men eisini út frá tí landi, umhvørvi og listagrein ein kemur frá. Endamálið er at skapa ein tryggan og stuðlandi karm, har nýggj listafólk kunnu kanna nýggjar samanhangir.
Verkætlanin er stuðla av Tórshavnar Kommunu, Nordic Culture Point og Nordic Culture Fund.


