Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Glasskeið

31. Oktober 2025 - 2. November 2025

Glasskeið – litir og skapanargleði.

Hug at royna teg í glarlist? So kom á glasskeið og spæl tær í litum og skapum. Upplagt at gera persónligu gávuna ella prýði, sum gleðir leingi, alt meðan tú hugnar tær í háskúlaanda.

 

Tíð og stað:

Føroya Fólkaháskúli

Vikuskiftisskeið 31. okt. – 2. nov. 2025

Fríggjadag   16:00 – 21:30

Leygardag     9:00 – 18:00

Sunnudag      9:00 – 16:00

 

Kostnaður:  1.800 kr.

1100 kr. fyri ungdóm upp til og við 24 ár..

Tilfar, undirvísing og vistarhald íroknað.

 

Tekna teg 

 

Undirvísari

Marjun Svartafoss er partur av fasta hópinum á Háskúlanum. Hon hevur fingist við glaslist í nógv ár, dámar væl at læra frá sær og hevur havt fleiri fullteknað skeið á skúlanum.

 

Skeiðslýsing:

Glas er sera hugaligt at arbeiði við og lætt at evna til vakrar lutir. Vit byrja við eini bundnari uppgávu fyri at læra amboð, grundleggjandi teknikkir og tilfar at kenna. Síðani ber til gera eitt fat, skálir, smýkkur og jólaprýði eftir huga og vild. Tó er avmarkað hvussu nógvar stórar lutir ber til at evna.

Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Í mestan mun nýta vit eisini glasbitar og restir til prýðis.

Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok.

Tak onkran við, ella kom einsamøll og fá eitt vikuskifti fylt við litum, hugna og skapanargleði.

 

Støði:

Krevur ongan forkunnleika. Øll frá 15 ára aldri og uppeftir eru vælkomin.

 

Tekna teg

Útgreining

  • Byrjar: 31. Oktober 2025
  • Endar: 2. November 2025
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/3424060/glasskeid-litir-og-skapanargledi
Skeiðleiðari
Starvsfólkini á FFH