Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Kunstterapi – skomm og kreativitetur

2. Mai 2025
1100 DKK – 1800 DKK

Kunstterapi – skomm og kreativitetur

Tíð og stað:

Føroya Fólkaháskúli

Vikuskiftisskeið 2. – 4. mai  2025

fríggjadag  16:30 – 21:30

leygardag    9:00 – 18:00

sunnudag    9:00 – 15:30

 

Kostnaður:  1.800 kr.

1100 kr. fyri ung upp til og við 24 ár

Fult vistarhald íroknað

Enn er pláss, men freistin fyri online tekning er farin. Tekna teg við at senda ein meyl til haskulin@haskulin.fo og upplýsa navn, føðingardag og hvørt tú ynskir einakamar.

Tekna teg 

 

Undirvísari

Vivian Sjóðklett

Skeiðslýsing:

Við útgangstøði frá jungianskari fatan, er kenslan skomm spennings miðdepil, tá talan er
um sambandi við sjálvvirði og góða lívsgóðsku.
Hvat ger skommin við okkum?
Á hesum skeiði verður komið inn á, hvat vit skulu vita um kensluna skomm, sum eina
fyrireiking til sjálva tilgongdina í leking.
Skommin liggur ofta fjald aftanfyri spenningar sum vreiði, sorg og ótta. Gjøgnum kreativar
tilgongdir kunnu hesi spenningsøki verða týdningarmiklir stígu steinar, fyri at koma forbí
múrin av skomm og inn til sína sonnu autentisku sjálvsfatan.

Tað verður teknað, málað, skrivað, evnað leir, andadráttsvenjingar og rørsla

 

Um skeiðshaldaran

Vivian Sjóðklett er útlærd sum kunstterapeut, frá Institut for kunstterapi sum byggir á
sálarføði Jungs. Eisini er Vivian útlærd sum námsfrøðingur og sexolog.
Síðani 2011 hevur hon havt eina ørgrynnu av kreativum skeiðum innan kunstterapi.
Kunstterapi eru kreativar tilgongdir til eina innara ferð, har ein fær loyvi til at tøma seg ella
kroppurin sleppur at lufta út. Kunstterapi er har orð ei røkka.

Støði:

Øll ung og vaksin 15 ára aldri eru vælkomin

Tekna teg

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2944871/skomm-og-kreativitetur
Skeiðleiðari
Vivian Sjóðklett