- Hetta tiltak er liðugt.
Orða tín dreym í myndum
28. Apríl 2023 kl 16.00 - 30. Apríl 2023 kl 16.00
Tíð og stað
28. apr. 16.00 – 30. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Oðra tín dreym í myndum
Á hesum skeiðinum skapa vit okkara myndir við egnum søgum og/ella dreymum og tilfari, ið setir hugflogið í gongd. Tilfarið er nýtiligt burturkast: metal, papp, plast, glas, postalín/keramikk, træ og brotnaðir lutir, sum kunnu fáa nýtt lív. Harafturat nýta vit sjálvandi lím, leir og máling, sum kann binda saman og umskapa. Vanliga hugsa vit um skriving, tá vit vilja siga okkurt við orðum, men vit kunnu eisini nýta myndir at orða okkum við. Skeiðið snýr seg um burðardygd og broyting, at umskapa órudd til list, at siga sínar egnu søgur og geva tær víðari á ein hátt, har áskoðarin sjálvur skapar eina søgu úr listaverkinum, kanska eina aðra enn hana, tú hugsaði.
Rakel Helmsdal er høvundur og hevur skrivað 25 bøkur. Seinastu 11 árini hevur hon harafturat
arbeitt við figurteatri og myndlist, og illustrerað egnar bøkur og havt listaframsýningar.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.