Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

PENSIONISTASKEIÐ

12. Februar 2024 kl 11.00 - 18. Februar 2024 kl 16.00
3500 DKK – 4500 DKK

Tíð og stað

12.-18. februar 2024.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

3500 kr í dupultkamari

4500 kr í einakamari (avmarkað nøgd)

Við í prísinum: Undirvísing, gisting, útferðir, tilfar, kaffi og tríggjar máltíðir um dagin.

TEKNA TEG

Undirvísarar

Lærarar á Háskúlanum v. fleiri

Skeiðslýsing

Skráin er fjølbroytt: Kvøldsetur, dansur, verkstovur av ymiskum slag, vitjanir til ymiskt í Havn, longri útferð við bussi, framúr góður matur og ikki minst sangur, háskúlahugni og samvera.

Hesuferð verða verkstovur við Jón Sonna Jensen, myndlistamanni, Búa Rouch, dansara og sjónleikara og Lív Reynheim, fólkalívsfrøðingi og snikkara. Hvønn morgun verður morgunrørsla við Dianu J. Hansen, persónligum venjara. Súsanna Tórgarð samskipar vikuna.

Í ár verður farið gjøgnum nýggja tunnilin at vitja listasavnið, veltuna og kirkjuna á Sandoynni.

Støði

Grundstøði; øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru vorðin pensionistar eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 12. Februar 2024 kl 11.00
  • Endar: 18. Februar 2024 kl 16.00
  • Kostnaður: 3500 DKK – 4500 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2338534/pensionistaskeidid-2024
Skeiðleiðari
Starvsfólkini á Háskúlanum