Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Plantupress við hitapressu

19. Mai 2023 kl 16.00 - 21. Mai 2023 kl 16.00

Tíð og stað

19. maj 16.00 – 21. maj 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið

TEKNA TEG

Plantupress

Vit brúka turkaðar plantur, mála tær og prenta tær á toy, sum gevur eitt fantastiska flott úrslit. Luttakararnir fáa undirvísing í litlæru, tilfarslæru og plantulæru.

Luttakararnir fáa eyga á vøkstur og lív í nærumhvørvinum, samstundis sum vit endurnýta tilfar vit eiga.

Sólvør er útbúgvin skræddari og hevur tikið alskyns skeið innan kreativt handarbeiði. Hon

hevur undirvíst í nógv ár og havt egið virki.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 19. Mai 2023 kl 16.00
  • Endar: 21. Mai 2023 kl 16.00
  • Tiltak Bólkur: