Sammáli 30 August
30. August kl 15.00 - 17.00
DKK75 – DKK150

So er Sammáli aftur á skránni á Føroya Fólkaháskúla – og vit leggja út við einari forkunnugari føroyskari matskrá! 
Hesaferð verður á skránni:
Bønustúvning við pálmakáli, spískáli og grønkáli frá Uttastovugarði.
Og sjálvandi skal eisini vera pláss fyri góðum omaná! 
Sammáli er eitt nýtt átak á Føroya Fólkaháskúla, har vit savnast um eina góða máltíð í felag í hugnaliga matarsalinum á háskúlanum. Tað snýr seg um góðan mat, felagsskap og hugna – og ikki minst um at njóta máltíðina saman.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til fyrsta Sammála eftir summarfrítíðina!


