- Hetta tiltak er liðugt.
SEKS MIKUKVØLD: Modernaður dansur
4. Oktober 2023 kl 18.00 - 15. November 2023 kl 20.30
1200 DKKTíð og Stað
Seks mikukvøld: 4. / 18. / 25. oktober + 1. / 8. / 15. november (Gevið gætur!: 11.oktober verður eingin undirvísing vegna heystfrí)
kl.18.00 – 20.30 hvørt kvøld. Steðgur verður til vatn, kaffi og frukt.
Ítróttarhøllin í Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn
Kostnaður
1.200 kr fyri alla skeiðsgongdina
Við í prísinum: undirvísing & ábit í steðginum – eingin máltíð ella gisting
Málbólkur
Øll, ið eru áhugað í rørslu og dansi í breiðari merking og hava hug og forvitni at læra.
Undirvísari
Búi Rouch
Skeiðslýsing
Á hesum skeiðnum skapa vit samband við kropp og hugflog og menna okkara førleikar við støði í grundteknikkum úr modernaðum dansi.
Hevur tú longu ávísa venjing í modernaðum dansi og ynskir at halda førleikarnar við líka? Hevur tú royndir frá øðrum dansistílum, og kundi hugsað tær at roynt okkurt nýtt? Hevur tú aðra rørslupraksis, úr eitt nú parkour, kampsporti ella sjónleiki, og kundi hugsað tær at víðka um horisontin?
Lýsing av undirvísingini:
Undirvíst verður við grundstøði í sonevndum release-teknikki og rørslu á gólvi. Í releaseteknikki er fokus á andadrátti, avspenningi av vøddum og gløggari nýtslu av kroppinum. “Floorwork” er ein dansistílur við drøgum úr kampsporti, har vit rulla, glíða og snara á gólvinum, og alt likamið verður nýtt til at fremja hugtakandi rørslumynstur.
Vit byrja við upphiting, halda so fram við venjingum og enda tíman við løttum koreografium. Hetta stimbrar styrki, liðiligheit, koordinatión, andadrátt og musikalitet. Aftaná steðgin enda vit kvøldið við spølum ella einari lættari uppgávu og strekkja síðan kroppin.
Um undirvísaran
Búi Rouch er útlærdur dansari úr skúlanum Iwanson International School of Contemporary Dance í München. Hann hevur harumframt lært sjónleik í London og dansiteatur í Keypmannahavn. Hann hevur langa yrkisleið sum dansari, koreografur, lærari og hjálparleikstjóri í Týsklandi og Føroyum. Tú kanst lesa meira um Búa á www.buirouch.com
Í undirvísingini leggur hann dent á at skapa eitt frírúm har vit leggja gerandisdagin til viks eina løtu, og læring, stuttleiki og hugbundni eru í hásæti.
Undirvísingarmál
Føroyskt. Er tørvur á enskari umseting kann undirvísingin vera tvímæld.
Støði
Byrjanarstøði / lætt roynd. Tó kunnu fólk, ið longu hava dansiroyndir eisini fáa nógv burturúr.
_______________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.