Loading tiltøk

« Øll tiltøk

SKEIÐ Í RAKUBRENNING

7. November kl 8.00 - 14. November kl 17.00
 DKK800
🔥 SKEIÐ Í RAKUBRENNING 🏺
Dámar tær leirlist og spennandi, óvæntað úrslit? So er rakubrenning nakað heilt serligt!
Á skeiðinum arbeiða vit við rakubrenning, sum er ein japanskur brenniháttur. Leirlutirnir verða hitaðir upp í einum brenniovni og síðani eftirviðgjørdir við eldi og royki. Hetta gevur serligar litir, mynstur og yvirflatur, og úrslitið er ofta óvæntað.
Undirvísarar eru Guðrið Poulsen og Vígdis Petersen Høgagarð.
Á skeiðinum fara vit millum annað at arbeiða við:
🔥 Arbeiðsgongdini í rakubrenning
🏺 Leiri og glasuri, sum hóska til raku
🎨 Litum, yvirflatum og ymiskum glasurhættum
👐 At skapa og fyrireika leirlutir til rakubrenning
✨ Tí óvæntaða úrslitinum, sum ger hvørja rakubrenning serstaka
Rakubrenning er ein spennandi háttur at arbeiða við leiri, tí nógv av úrslitinum verður til undir sjálvari brenningini. Hvør lutur fær sín egna dám, og tú veitst ikki altíð, hvussu hann fer at síggja út, fyrr enn brenningin er liðug. 🤎
Skeiðið er bæði fyri teg, sum hevur roynt at arbeiða við leiri áður, og teg, sum hevur hug at royna nakað nýtt og øðrvísi.
Kom við og uppliv, hvussu leirur, eldur og roykur kunnu skapa heilt serlig listaverk!
📍 Stað: Føroya Fólkaháskúli
📅 Dato: 7. og 14. november
💸 16-26 ár 400 kr. / Onnur 800 kr.
Skráin:
🏺 Leygardagin 7. november kl. 9.00–15.00
Modellering í leiri
🔥 Leygardagin 14. november kl. 9.00–15.00
Rakubrenning

Útgreining

  • Byrjar: 7. November kl 8.00
  • Endar: 14. November kl 17.00
  • Kostnaður:  DKK800

Stað

Fyriskipari