- Hetta tiltak er liðugt.
Summarskeið: Rødd og framburður – víðkað grundskeið
5. Juni kl 17.00 - 19. Juni kl 21.30
DKK750Eftir væleydnað ræddarskeið skeið hjá Súsonnu Tórgarð, bjóðar háskúlin tær hervið á summarskeið. Hetta er eitt tilboð, ið er ætlað fyrrverandi luttakarum á skeiðum á háskúlanum, har eftirmetingarskjøl vísa, at áhugi er fyri framhaldskeiði. Talan er um trý mikukvøld á rað: 5.,12. og 19.juni. Tvey tey fyrstu kvøldini er vanlig undirvísing, og triðja kvøldið fara vit ein felags gongutúr – sí frágreiðing niðanfyri.
Rødd og framburður av teksti
Mikukvøldini 5. og 12. juni verður hildið áfram við tí grundteknikki, sum vit hava arbeitt við á undanfarnum skeiðum. Tú ert vælkomin at taka egnan tekst við, sum onkursvegna er í tráð við tað, tú hevur tørv á at arbeiða við. Eisini ber til at velja sær ein tekst á bókasavnið háskúlans.
Sum nakað serligt endar undirvísingin hvørt kvøld við stuttari avspenning við Búa Rouch.
Art Hike
Triðja mikukvøldið, 19.juni, verður eit serligt kvøld, har allir lutakararnir á ymisku skeiðunum, fara ein felags gongutúr, ein sokallaðan Art Hike – ein listaligan gongutúr.
Áður hava Jón Sonne Jensen og Guðrið Poulsen skipað fyri líknandi gongutúrum kring landið, og fært tú nú høvi at lutaka á einum slíkum.
Tað sum sermerkir ein Art Hike gongutúr, er at dentur verður lagdur á, at koma at kenna nátúruna á ein øðrvísi hátt.
Hvør lutakari fær ein toyposa við einum góðum matpakka, vatnfløsku og eini sitipútu. Í posanum verða eisini aðrir forvitnisligir lutir, sum vit brúka til aktivitetir, ið læraranir á Háskúlanum skipa fyri.
Skrá:
5. og 12.juni:
- kl. 17.00 – 18.30 undirvísing
- kl. 18.30 – 19.15 matarsteðgur
- kl. 19.15 – 21.30 undirvísing
19.juni:
- kl.17.00 Art Hike
Prísur: 750 kr.
Avmarkað pláss!