TÁLG við Sáru Bernhardsdóttir

Frá siðbundnum ráevni til nútímans gerandisbrúk
TÁLG
Frá siðbundnum ráevni til nútímans gerandisbrúk
MATGERÐ · HÚÐRØKT · LJÓS · SÁPA
Í Føroyum hava vit í ættarlið dugað at gagnnýtt tað, sum seyðurin gav okkum. Tálg var ein virðismikil rávøra, sum varð nýtt til alt frá matgerð til ljós, sápu og húðrøkt.
Í dag er nógv av hesum kunnleikanum ikki longur ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og nógv seyðafeitt plagar at fara til spillis.
Hvat um vit aftur lærdu at gagnnýta meira av okkara egna tilfeingi?
Við fyrilestrinum og verkstovuni Tálg – frá siðbundnum ráevni til nútímans gerandisbrúk fáa luttakararnir vitan og praktisk amboð til at taka henda førleikan uppaftur. Vit fylgja allari tilgongdini frá ráum seyðafeitti til reina og brúkbara tálg og hyggja at, hvussu tálg kann fáa eitt natúrligt pláss í gerandisdegnum í dag.
ENDAMÁLIÐ
Endamálið er at geva luttakarunum kunnleika um tálg – hvat hon er, hvussu hon verður gjørd, hvørjar eginleikar hon hevur, og hvussu hon kann gagnnýtast. Samstundis seta vit sjóneykuna á ein størri spurning: Hvussu kunnu vit gagnnýta okkara egna tilfeingi betur?
Við at taka tálgina fram aftur kunnu vit minka um matoyðsl, gagnnýta meira av seyðinum og
varðveita praktiskan kunnleika, sum hevur verið partur av føroyska gerandisdegnum í ættarlið.
Vit kunnu skapa virði úr einari rávøru, sum annars plagar at fara til spillis, og samstundis minka um tørvin á innfluttum feitti og øðrum rávørum. Hetta er burðardygd í praksis – at læra at síggja virðið í tí, vit longu hava rundan um okkum. Endamálið er ikki bara, at luttakararnir hoyra um tálg. Endamálið er, at teir fara heim við vitanini og amboðunum til sjálvir at halda fram.
HVAT FARA VIT ÍGJØGNUM?
• Tálg í føroyskum siði og gerandisdegi
• Frá ráum seyðafeitti til reina tálg
• Ymisk sløg av feitti og nýtslumøguleikar
• Sjálva tilgongdina at bræða og reinsa feittið
• Goymslu og haldføri
• Tálg sum matfeitt og eginleikar hennara
• Nýtslu í matgerð og bakstri
• Húðrøkt
• Tálgaljós og sápu
• Hvussu tú sjálv/ur kanst fara undir at gagnnýta tálg heima
FRÁ GAMLARI VITAN TIL BURÐARDYGGAN GERANDISDAG
Føroyar eru ein lítil oyggjatjóð mitt í Norðuratlantshavi. Í ættarlið hava vit verið noydd at duga væl at gagnnýta tað, sum vit hava rundan um okkum. Tann kunnleikin hevur framvegis virði. At taka tálgina fram aftur snýr seg tí ikki bara um at varðveita gamlar siðir. Tað snýr seg eisini um at hyggja at okkara egna tilfeingi við nýggjum eygum.
• At nýta meira av tí, vit longu hava.
• At lata minni fara til spillis.
• At minka um tørvin á innfluttum feitti og øðrum rávørum.
• At geva gamlari vitan eitt pláss í einum nútímans og burðardyggum gerandisdegi.
Frá ráum seyðafeitti til brúkliga vøru.
Frá gomlum kunnleika til nýggjan førleika.
Frá burturkasti til tilfeingi.


