- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Gerandisskulpturar við Jóhan Martin Christiansen
15. Mars kl 16.30 - 17. Mars kl 16.00
1100DKK – 1800DKKTíð og stað
15. – 17. mars 2024
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
1800 kr (við Undirvísing, vistarhaldi og tilfari)
1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)
Undirvísari
Jóhan Martin Christiansen (f. 1987, Tórshavn) er myndlistafólk, sum býr og arbeiðir í løtuni í Keypmannahavn.
Hann arbeiðis fyrst og fremst við skulptur og installatión, men eisini grafikki, video o.ø.
Hann er útbúgvin MFA í myndlist á kunstakademiinum í Malmö, Svøríki og hevur havt serframsýningar á m.a. Listasavni Føroya, Steinprenti, Listahøllini á MEST umframt fleiri framsýningar uttanlanda.
Skeiðslýsing
Á verkstovuni fara vit at hyggja eftir hvørjar beinleiðis og óbeinleiðis týdnignar tilfar hevur tá vit skapa skulpturar. Hvat er tilfar í sær sjálvum? Hvussu brúka vit sansirnar í arbeiðinum við tilfarinum? Hvørji evni kunnu vit koma inn á í hesum arbeiðinum, er tað persónligt ella meira alment? Hvussu er við kroppinum og minninum? Hvussu brúka vit kroppin í eini skulpturellari tilgongd? Hvat merkir stødd og lutfall?
Vit hyggja eftir, tosa um og gera skulpturar/relieff/verk/osv. úr tilfari, sum vit meira ella minni kenna aftur úr gerandisdegnum í breiðari merking. Tilfar, sum luttakarnir hava við sær, sum vit kunnu savna saman í umhvørinum, osv. Vit arbeiða so við tilfarinum, tosa um tað og seta kontekst á, og fara so til verka og seta tað saman til ymisk úttrykk. Á verkstovuni kanna vit tilfar, umhvørvi osv. kring okkum, og hvussu vit kunnu seta úttrykk á hetta, og okkara tankar og kenslur um hetta evnið.
Endamálið er, at luttakarnir fáa eina breiðari fatan av øllum tí spenannandi, merkiliga, ljóta, vakra tilfarinum, teimum formum og skapum, sum er kring okkum alla tíðina. Vit fara at tosa um, hvat stødd, lutfall, formur, tilfar, litir osfr. merkir og hvussu vit kunnu brúka hetta, tá vit skapa.
Verkstovan byrjar við eini innleiðing í skulpturfatan og kjaki um hetta. Síðani hyggja vit eftir tilfarinum vit hava at arbeiða við. Hareftir fara vit so í gongd við at brúka hugflog og gera skulpturell verk úr tilfarinum. Verkstovan endar við eini mini-framsýning av tí, sum luttarnir hava gjørt. Á framsýningini greiða luttakarnir frá sínum verki og tonkunum attanfyri verkið fyri hinum luttakurnum.
Undirvísingarskrá
Fríggjadagin 15. mars kl. 16.30 til 21.30
Leygardagin 16. mars kl. 10.00 til 17.15
Sunnudagin 17. mars kl. 10.00 til 16.00
Støði
Grundskeið. Øll eru vælkomin.
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.