Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

KVØLDSKEIÐ: Lær at dansa Lindy hop

12. Mars 2024 kl 18.30 - 21.00
Event Series (See All)
 DKK750

Tíð og stað

Trý týskvøld í mars; 12. 19. og 26. mars 2024.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

750 kr

TEKNA TEG

Undirvísari

Lív Reynheim og Birita á Mýrini

Birita og Lív hava dansað nógv saman í Keypmannahavn. Tær hava báðar undirvíst áður, men hetta verður fyrstu ferð tær undirvísa saman, og tær gleða seg. Tær hava ein serligan forkærleika fyri dansigreinini Lindy hop, vegna lívliga tónleikin og positiva dansiumhvørvi.

Skeiðslýsing

Undirvíst verður á byrjunarstøði í pardansinum Lindy hop. Talan er um ein sosialan swingdans, har øll kunnu vera við – gomul, sum ung og roynd, sum óroynd. Lindy hop er kent fyri at vera ein upplyftandi og gevandi dansigrein við nógvari ferð á. Á dansiskeiðinum verður dentur lagdur á at hava tað stuttligt saman og flyta seg til góðan svingandi jazztónleik. Vit venja grundteknikkir, læra nøkur grundtrin og avbjóða tykkum eitt sindur.

Lindy hop tók seg fram í Harlem, New York, síðst í 20’unum í afro-amerikanska umhvørvinum. Dansað varð til tann vælumtókta big band tónleikin í hemmiligum dansistøðum. Seinni tóku tey hvítu dansin til sín, og í dag dansa vit eina blanding millum hesar báðar dansihættirnar.

Tær nýtist ongan partnara fyri at melda teg til – kom sum tú ert! Tú ert eisini vælkomin at taka ein vin, tín partnara ella onkran annan góðan við undir armin. 

Undir hesari leinkjuni sæst eitt par dansa Lindy hop í hampiliga róligum tempoði:

 

Her ein villari útgáva (hetta verður tó ikki nakað vit arbeiða við í fyrstu atløgu):

 

Undirvísingarskrá

Týsdagur 12. mars kl. 18:30 til 21:00

Týsdagur 19. mars kl. 18:30 til 21:00

Týsdagur 29. mars kl. 18:30 til 21:00

Málbólkur

Øll dansiáhugað eru vælkomin, roynd sum óroynd.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Lív Reynheim og Birita á Mýrini