Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FULLTEKNAÐ: Tekniskeið – Menniskjaligi kropsbygnaðurin

1. Mars 2024 kl 16.30 - 3. Mars 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

1.-3. mars 2024.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Barbara Hilduberg

Barbara hevur eina MA frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn. Eisini hevur hon gingið á tekniskúlanum Skolen for Kunst og Design í Århus og undirvíst í tekning á skúlum og almennum stovnum.

Skeiðslýsing

Á skeiðnum trýnur menniskjaligi kropsbygnaðurin fram í livandi skitsuformi. Vit síggja tað vakra í tí klanstrasliga.. tí lítla.. breiða, skeiva, unga og gamla.. Rørslur gerast týðiligar, og ljós og skuggar vísa á ymisk sereyðkennir. Við blýanti og litum tekna vit fjølbroytta menniskjað, og við skjótum hondum skapa vit myndir, ið eru livandi og persónligar.

Undirvísingarskrá

Fríggjadagin 1. mars kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 2. mars kl. 10.00 til 17.15

Sunnudagin 3. mars kl. 10.00 til 16.00

Støði

Grundskeið. Øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Barbara Hilduberg