- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Leiklist við Búa Rouch
1. Mars kl 16.30 - 3. Mars kl 16.00
1100DKK – 1800DKKTíð og stað
1.-3. mars 2024.
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
1800 kr (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)
1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)
Undirvísari
Búi Rouch er útlærdur modernaður dansari úr skúlanum Iwanson International
School of Contemporary Dance í München. Hann hevur harumframt lært sjónleik í London á Kogan Academy of Dramatic Arts og dansiteatur á Akademiet í Keypmannahavn. Í sjónleikahøpi hevur Búi serliga verið virkin sum hjálparleikstjóri og rørsluleikstjóri hjá týskum og føroyskum yrkisleikbólkum. Hann hevur harumframtt undirvíst á yrkissjónleikaraútbúgvingarstovninum Die Otto Falckenberg Schule í München síðan 2019, umframt at hava verið fastur sjónleikari og dansari í dansiteaturkompagnínum hjá týska leikstjóranum Johanna Richter. Hann hevur langa yrkisleið sum dansari, leikstjóri, koreografur og lærari í Týsklandi á stórum leikhúsum og fríyrkisøkinum. Seinastu tvey tvey árini hevur hann serliga verið knýttur at leiklistahópum so sum RIVA og Det Ferøsche Compagnie í Föroyum.
Skeiðslýsing
Skalt tú til upptøkuroynd til ein film, háskúla, sjónleik ella sangleik í næstum? Ert tú sjónleikari ella leikstjóri á palli ella filmi, og kundi hugsað tær at fingið amboð til at skapa trúverdigar og minniligar leiklutir við nærlagni og góðum referansupunktum? Ella er tú bara áhugað/ur í leiklist sum heild, og kundi hugsað tær at lært meir? So kom á skeið á háskúlanum.
Á hesum skeiðnum verður spurt:
Hvat er gott sjónleikaraavrik? Hvussu skapar man trúverdigar leiklutir? Nær hugsar leikarin sínar egnu tankar á palli ella á filmi, og nær hugsar hann tankarnar hjá leiklutinum? Hvussu ber man seg at tá ið man fær eitt leikrit í hondina og skal pallseta ella filmseta ein dialog ella monolog?
Hesar spurningar fara vit at viðgera á hesum dramaskeiði. Luttakandi fáa greið referansupunktir tá tað kemur til skapan av leiklutum umframt nyttulig sjónleikaramboð. Støði verður millum annað tikið í háttalagnum The Science of Acting – eitt háttalag skapað av undirvísaranum Sam Kogan. Hann tók leiklistaútbúgving á russiska sjónleikaraskúlanum GITIS, og var næmingur hjá Mariu Knebel, ið sjálv var næmingur hjá Stanislavski, ið verður mettur sum forfaðir at naturalistiska sjónleikaháttinum, ið hevði sína stóru innrás á sjónleikarayrkið í 20.øld. Sam Kogan brúkti mesta av sínum lívsævi upp á at menna Stanislavski háttalagið við nýggjari vitan úr eitt nú sálarfrøði og neurovísindi fyri at skilja leiklutir betri. Eitt av hansara útgangsstøði var, at eins og ein arkitektur dugir at skilgreina ein bygning eftir lokna útbúgving, skal ein leikstjóri, sjónleikari og leikritshøvundur duga at skilgreina tilvitið hjá leiklutum.
Hvør dagur byrjar við kropsligari venjing og spølum, umframt upphiting av rødd. Síðan verða upplegg hildin, ið munna út í praktiskum venjingum fyri luttakarar, sum knýta saman tað ástøðiliga og praktiska.
Undirvísingarskrá
Fríggjadagin 1. mars kl. 16.30 til 21.30
Leygardagin 2. mars kl. 10.00 til 17.15
Sunnudagin 3. mars kl. 10.00 til 16.00
Málbólkur
Dramanæmingar, sjónleikaáhugað, leikstjórar á filmi og palli, leikritshøvundar.
Øll eru vælkomin.
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.