- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Skapa sannførandi leiklutir
24. November 2023 kl 18.00 - 26. November 2023 kl 16.00
1200 DKK – 1700 DKKTíð og stað:
Vikuskiftið: 24.-26. november 2023
Ítróttarhøllin – Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Kostnaður
1.200 kr. (+500 kr um tú vilt gista á háskúlanum).
Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir.
Málbólkur
Øll, ið eru áhugað í leiklist, filmi og skriving í breiðari merking og hava hug og forvitni at læra.
Undirvísari
Búi Rouch
Skeiðslýsing
Skalt tú til upptøkuroynd til ein film, háskúla, sjónleik ella sangleik í næstum? Ert tú sjónleikari ella leikstjóri á palli ella filmi, og kundi hugsað tær at fingið amboð til at skapa sannførandi og minniligar leiklutir við neyvleika og góðum referansupunktum? So kom á skeið.
Á hesum skeiðnum viðgera vit:
Hvat er eitt gott sjónleikaraavrik? Hvussu skapar man trúverdigar leiklutir? Nær hugsar leikarin sínar egnu tankar á palli ella á filmi, og nær hugsar hann tankarnar hjá leiklutinum? Hvussu ber man seg a,t tá ið man fær eitt leikrit í hondina og skal pallseta ella filmseta ein dialog ella monolog?
Støði verður tikið í háttalagnum The Science of Acting – eitt háttalag skapað av undirvísaranum Sam Kogan. Sam Kogan tók leiklistaútbúgving á russiska sjónleikaraskúlanum GITIS, og var næmingur hjá næmingi hjá Stanislavski. Sam Kogan brúkti mesta av sínum lívsævi upp á at menna Stanislavski háttalagið við nýggjari vitan úr eitt nú sálarfrøði og neurovísindi fyri at skilja leiklutir betri. Eitt av hansara útgangsstøði var, at eins og arkitektur dugir at skilgreina ein bygning eftir lokna útbúgving, skal ein leikstjóri, sjónleikari og leikritshøvundur duga at skilgreina tilvitið hjá leiklutum.
Hvør dagur byrjar við kropsligari venjing og spølum, umframt upphiting av rødd. Síðan verða upplegg hildin, ið munna út í praktiskum venjingum fyri luttakarar við støði í teoretiska innihaldinum og útvaldum tekstum.
Teksttilfar
Verður útflýggjað við skeiðsbyrjan
Um undirvísaran
Búi Rouch er útlærdur dansari úr skúlanum Iwanson International School of Contemporary Dance í München. Hann hevur harumframt lært sjónleik í London og dansiteatur í Keypmannahavn. Hann hevur langa yrkisleið sum dansari, koreografur, lærari og hjálparleikstjóri í Týsklandi og Føroyum. Tú kanst lesa meira um Búa á www.buirouch.com
Í undirvísingini leggur hann dent á at skapa eitt frírúm har vit leggja gerandisdagin til viks eina løtu, og læring, stuttleiki og hugbundni eru í hásæti.
Undirvísingarmál
Føroyskt. Er tørvur á enskari umseting kann undirvísingin vera tvímæld.
Skráin
- Fríggjadagur 24. november, kl. 18.00-21.30
- Leygardag 25. november, kl. 10.00-16.30
- Sunnudag 26. november, kl. 13.00-16.00
Støði
Øll eru vælkomin, roynd sum óroynd.
_______________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.