Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

TRÝ MIKUKVØLD: Evna egnan kopp úr mahognitræi

22. November 2023 kl 17.00 - 6. Desember 2023 kl 22.00
1200 DKK

Tíð og stað

Trý mikukvøld á rað: 22. / 29. november + 6. desember

kl. 17 – 22 hvørt kvøld

Miðstovan og verkstaðið, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1.200 kr fyri alla skeiðsgongdina.

Við í prísinum: undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð – eingin gisting.

Málbólkur

Skeiðið er hugsað tær, ið ynskir at hugsavna teg um handaligt arbeiðið og at skapa við egnum hondum. Tær nýtist ongar royndir fyri at luttaka, men fólk við royndum innan træhandverk, eru eisini hjartaliga vælkomin.

TEKNA TEG

Undirvísari

Lív Reynheim

Skeiðslýsing

”A true Kuksa is made by your own hands or received as a gift” – Sami people

Á hesum skeiðnum evna vit sonevndar Kuksa-koppar, ið stava frá elligamlari sámiskari siðvenju og hugsavna okkum um gleðina við at skapa við hondunum. Vit nýta bert hondamboð; sag, knív, høggujarn, fíl og sandpappír, og lata prosessina taka sína tíð. Arbeiðshátturin krevur tolsemið og stendur í andstøðu til hópframleiðslu.

So, um tú hevur hug at forma tín egna kopp úr træi? Skifta stokkarnar út við hondamboðum eina løtu? Ella geva eina serstaka jólagávu til onkran góðan? Ert tú vælkomin á Háskúlan at tilevna tín egna serstaka kopp úr mahognitræi.

Navnið ’Kuksa’ er finskt og merkir ’burra’ ella ójavnur vøkstur á træi. Sambært siðvenjuni evnaði tú tær sjálvari/sjálvum ein kopp úr burru í ungum aldri, sum tú hevði við tær alt lívið. Kopparnir eru haldførir og vakrir, og eru serliga hentir at hava við í náttúruna, tí teir eru lættir og kunnu bindast uttaná taskuna ella beltið. Tankin er, at tær ikki nýtist at bera vatn við tær av tí sama, men ístaðin brúkar koppin at drekka úr áum, tú kemur framvið á tíni leið. Viðmerkjast skal tó, at hann eisini tolur heitar drykkir, sosum te og kaffi.

Skeiðshaldari

Lív Reynheim er fastur partur av dagliga háskúlatoyminum, har hon undirvísir í træsmíð og í lærugreinini Mentan & Umhvørvi. Frá 2019-2021 tók hon grundskeið í Finsnickeri och Möbeldesign á handverksskúlanum TAU Learning í Malmø. Skúlin leggur dent á at framleiða møplar úr træi, gevur innlit í siðbundnar arbeiðshættir og designmannagongdir.

Støði

Byrjanarstøði

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 22. November 2023 kl 17.00
  • Endar: 6. Desember 2023 kl 22.00
  • Kostnaður: 1200 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2225574/kreativt-skeid-kuksa-koppur
Skeiðleiðari
Lív Reynheim