Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

KVØLDSKEIÐ: Vevskúli – Rammuveving 1

15. November 2023 kl 17.00 - 17. November 2023 kl 21.30
1200 DKK

Tíð og stað

15. / 16. / 17. november 2023,

kl. 17.00 – 21.30 hvørt kvøld

Rasmusarstova, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1.200 kr fyri alla skeiðsgongdina.

Við í prísinum: undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð – eingin gisting.

TEKNA TEG

Undirvísari

Poulina Jóanesardóttir , vevari

Skeiðslýsing

Rammuvevurin hevur óteljandi møguleikar at bjóða. Á skeiðnum læra vit rammuvevin at kenna við at nýta garn og veft við ymiskum tættleika, og við at nýta ymiskt tilfar.

Vit fáa kunnleika til grundleggjandi virkisháttin hjá rammuvevinum og innlit í nógvu møguleikarnar at veva á rammuvevinum.

Rammuveving er sermerkt við at bert løriftsvond verður nýtt, men við at nýta garn og veft við ymiskum tættleika og við at nýta ymiskt tilfar, eru tað óteljandi møguleikar. Harafturat koma teir ymisku mynsturteknikkirnir, sum mest verða nýttir innan rammuveving.

Eisini hava vit nakað av litlæru, hvussu litir eru uppbygdir, samanspæl og mótsetningar teirra millum, og um hvussu litirnir verða lagaðir eftir tí, teir skulu nýtast til.

Vit veva ymiskar royndir á rammuvevinum og tú fært uppskriftir saman við vevroyndum við tær til hús, tá skeiðið endar.

Vit bjóða ein møguleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstakum at fara í dýbdina og skapa. Um tú ætlar at nema tær meira kunnleika innan veving, so er rammuveving eitt gott grundarlag at byggja á.

Um undirvísaran

Poulina Jóanesardóttir  hevur – umframt útbúgving frá Kerteminde Håndarbejdsseminarium – verið í 4 ára verkstaðslæru á vevstovu hjá Olevinu Joensen, vevara.

Sum 19 ára gomul byrjaði Poulina at undirvísa í rammuveving á kvøldskúla í Havn. Síðani hevur hon í meiri enn 40 ár undírvíst bæði í skaftaveving, myndaveving, rammuveving og brikk- & bandveving ymsastaðni í Føroyum.

Í 1991 gjørdist hon sjálvstøðug vinnurekandi við egnum vevverkstaði. Gjøgnum tíðina hevur hon m.a. vovið kirkjuklæði til Kvívíkar, Húsavíkar og Miðvágs kirkjur, og luttikið á listaframsýningum uttanlands í USA, Íslandi og í Skandinavia, eins og á framsýningum í Føroyum bæði sum handverkari og listafólk.

Støði

Grundskeið

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 15. November 2023 kl 17.00
  • Endar: 17. November 2023 kl 21.30
  • Kostnaður: 1200 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2231613/vevskuli-rammuveving-1
Skeiðleiðari
Poulina Jóanesardóttir