- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Vevskúli – Myndaveving 2
20. Oktober 2023 kl 18.00 - 22. Oktober 2023 kl 16.00
1200 DKK – 1700 DKKTíð og stað
20. / 21. / 22. oktober 2023,
Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn
Kostnaður
1.200 kr
Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)
Undirvísari
Gina Hedegaard Nielsen, vevari
Skeiðslýsing
Við íblástri frá ymiskum mynstrum tekna vit eina kompositión av mynstrum, sum vit síðani umseta til myndaveving. Vit nýta ymiskar teknikkir at veva við, t.d. “slyngninger”, “hakteknikkir”, umframt litir v.m.
Eisini arbeiða vit við fríum teknikkum til myndaveving við smærri uppsetingum og á myndavevrammum. Hesir teknikkir kunnu eisini nýtast til størri pløgg sum t.d. pútir, teppir, taskir, veggteppir, o.s.fr. Um tú hevur rammuvev ella skaftavev heima, so ber til at fáa nýggjan íblástur frá myndaveving og flyta teknikkir til egnan vev.
Skeiðsluttakarar hava luttikið á Myndaveving I. (grundskeið) ella hava grundleggjandi førleikar í veving frá rammuveving, skaftaveving ella myndaveving.
Vit bjóða ein møguleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstakum at fara í dýbdina og skapa.
Um undirvísaran
Gina Hedegaard Nielsen hevur – umframt útbúgving sum myndalistafólk – verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.
Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Hon hevur síðani 1987 verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.
Skráin
- Fríggjadag kl. 18:00 – 21:30
- Leygardag kl. 10:00 – 16:30
- Sunnudag kl. 13:00 – 16:00
Støði
Framhaldsskeið
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.