Yoga á Føroya Fólkaháskúla – Eyka skeið
2. September kl 20.15 - 21.15
DKK500

Yoga á Føroya Fólkaháskúla 


Set ferðina niður, anda djúpt og gerst sterkari
Nýtt kvøldarskeið í Hatha- og Ashtanga yoga byrjar á Føroya Fólkaháskúla tann 2 Septembur. Undirvíst verður ein tíma hvørt mikukvøld klokkan 19.00 í 10 vikur.

Á skeiðnum arbeiða vit við bæði kropsligum yogastøðum (asanas), andadráttsvenjingum og nærveru. Venjingarnar eru grundaðar á Hatha- og Ashtanga yoga og verða lagdar til rættis, so tær verða tillagaðar til støðið hjá tí einstaka. Tí er skeiðið væl hóskandi bæði til roynd og óroynd.
Yogavenjingarnar kunnu m.a.:
styrkja vøddar og lið
økja um smidleika og rørslu
betra um javnvág og kropsliga tilvitan
Skapa ró í kroppi og sinni
Minka um spenningar og strongd
geva nýggja orku og økja um trivnað
Við støðugum arbeiði við andadráttinum lærir tú at gagnnýta iltið betur. Hetta kann bøta um orkustøðið, treystið og hjálpa til at fyribyrgja strongd.
styrkja vøddar og lið
økja um smidleika og rørslu
betra um javnvág og kropsliga tilvitan
Skapa ró í kroppi og sinni
Minka um spenningar og strongd
geva nýggja orku og økja um trivnað
Við støðugum arbeiði við andadráttinum lærir tú at gagnnýta iltið betur. Hetta kann bøta um orkustøðið, treystið og hjálpa til at fyribyrgja strongd.
Skeiðið snýr seg ikki bert um venjing, men eisini um vælveru, nærveru og góðar upplivingar saman við øðrum í einum hugnaligum og jaligum umhvørvi.
Øll eru hjartaliga vælkomin, óansæð aldur, royndir og kropsligt støði.
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum.
Skeiðið kostar 500 kr


