Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Leirlist við Ronju

1. Oktober kl 17.00 - 22.00
 DKK900 –  DKK1200
🏺Skeið í leirlist – Hóskvøld✨
Dámar tær at arbeiða við hendrunum og skapa júst tað, tær lystir úr leiri? So er hetta skeiðið júst fyri teg!🤎
Á skeiðinum fara vit at arbeiða við leiri og læra at hondbyggja. Vit fara at brúka nógv einfald og húsalig amboð, so um tú fært hug at halda áfram heima, kanst tú gera tað fyri ein bíligan prís. Bæði roynd og óroynd kunnu vera við.
Tú lærir um tilfarið, ymiskar teknikkir og hvussu tú kanst arbeiða teg frá einum hugskoti til eitt liðugt verk.
Vit fara millum annað at arbeiða við:
🏺Klemmuteknik, pylsuteknik og plátubygging
✨Forma, sniðgeva, læra um javnvág og tjúkd
🎨Glasering: hvat kann brúkast til hvat, litir og ymiskir glasurhættir
👐Gera egið amboð og prýði, eitt nú linoliumsprent og struktur úr hekling
🔥Brenning og viðgerð av leiri
♻️Endurvinning av leiri og góðir arbeiðsvanar
Vit fara at gera ymiskar verkætlanir, har vit byrja við tí einfalda og arbeiða okkum víðari til meira krevjandi verk. Tú fært millum annað roynt at gera koppar og skálir, og tað verður eisini pláss fyri egnum verkætlanum.
Skeiðið er bæði fyri teg, sum ongantíð hevur arbeitt við leiri áður, og teg, sum hevur roynt teg og vilt læra meira.
Íroknað í prísinum er tilfar at læra grund teknikkir, ímeðan leir má keypast eyka til egnar verkætlanir.
📆Hóskvøld– 10 ferðir. Byrjar 1. Oktobur. kl 17 -22. 3 tímar undirvísing og 2 tímar egintíð
🏺Leirlist
✨Øll kunnu vera við!
Kom og blív skitin, hugna tær og skapa nakað, sum er heilt títt egna! 🤎

Útgreining

  • Date: 1. Oktober
  • Time:
    17.00 - 22.00
  • Kostnaður:  DKK900 –  DKK1200

Stað

Fyriskipari