Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Event Series: Silvursmíð

Silvursmíð

5. Oktober kl 17.00 - 20.00

Skeið í silvursmíði við Ragnhild Dam

Dámar tær at arbeiða við hondunum og skapa nakað heilt serligt? So er hetta skeiðið kanska júst fyri teg! 🤍

Frá 14. september til 19. oktober bjóða vit eitt spennandi skeið í silvursmíði, har bæði roynd og óroynd kunnu vera við.

Á skeiðinum fara vit at sniðgeva og evna oyralokkar, armbond, ringar og aðrar prýðislutir úr silvuri. Tú lærir at sniðgeva, handfara og arbeiða við silvurinum – og fært møguleika at skapa tínar heilt egnu prýðislutir. 💍✨

👩‍🎨 Lærari er Ragnhild Dam, sum hevur drúgvar royndir innan silvursmíði. Sí meira av hennara silvursmíði her:

https://www.facebook.com/ragnhilddamjewellery?__cft__[0]=AZZRF85PtDWe73m4rLzKpw3t8gI1FFHjV8t6sau0pz41Q-I8ATSiWtWv5xYcg3ubAsRlyYRkJVV5PZJyrcQciAxVwoBofbvJrWj7dxOeBuOMR0xcImYG_6BTIHBwxkx53Dw__S7Od2CJsjjpgHLg8mSu&__tn__=q

 

Eisini ber til at brúka egnar perlur, steinar og annað í prýðislutunum, so tú kanst seta tín egna dám á tað, tú gert.

📅 Mánakvøld kl. 17–20
🔨 5 ferðir
📆 14. september – 19. oktober
🍂 Heystfrítíð er 12. oktober

Prísurin er fyri undirvísingina. Silvurið verður keypt eyka frá skúlanum.

Kom við og lær at skapa vakrar og persónligar prýðislutir í silvuri – kanska eitt, tú kanst brúka sjálv/ur, ella geva onkrum, tær dámar væl. 🤍

#Silvursmíði #Skeið #FøroyaFólkaháskúli #Handverk #Skapandi #Prýðislutir #Silvur

Útgreining

Stað

Fyriskipari