PENSIONISTASKEIÐ

Tíð og stað
2. mars – 8. mars 2026.
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
3700 kr í dupultkamari
4700 kr í einakamari (avmarkað nøgd)
Við í prísinum: Undirvísing, gisting, útferðir, tilfar, kaffi og tríggjar máltíðir um dagin.
Undirvísari
Lærarar á Háskúlanum v. fleiri
Skeiðslýsing
Skráin er fjølbroytt: Kvøldsetur, dansur, verkstovur av ymiskum slag, ymiskar vitjanir, longri útferð við bussi, framúr góður matur og ikki minst sangur, háskúlahugni og samvera.
Skrá kemur seinni.
Støði
Grundstøði; Øll eru vælkomin.
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru vorðin pensionistar eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.


