Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Verkstaður í friði sum tilvitað val

19. Mars kl 8.00 - 22. Mars kl 17.00
 DKK2200

Verkstaður í friði sum tilvitað val.

 

Fyrsti friður · Annar Friður · Triði friður

3 dagar við ráari nátturu, friði og djúphugsan í hjartanum av Havnini.

Dagsfesting: 20-22 marts, 2026

Prísur: 2200kr alt íroknað.

Friður er ikki nakað sum hendur av sær sjálvum. Friður er eitt tilvitað og aktivt val, um ein ávísan hátt at verða í verðini. At liva í friði handlar um hvussu tú svarar lívinum aftur – í tanka, gerðum og medferð.

Verðin kallar á broyting, og tað býrjar í einum sjálvum.

Í hesum verkstaðnum kemur tú at uppliva tí bergtakandi nátturuna í Føroyum. Í arbeiðinum við sansan, stilli og vegleiðing, fært tú innlit í hvussu nátturan kan stuðla tær í at fáa samband við ein innara frið og at skapa eitt tilknýti millum teg sjálvan og tann heimin tú ert partur av.

Í verkstovuni verður tú lærdur í ymiskum medidatións praksissum, einklum amboðum og gomlum siðvenjum, sum kunnu hjálpa tær at finna ró, leiðina og eina djúpari trúgv á tín egna veg í lívinum.

Verkstovan er ein innbjóðing at arbeiða við ‘First Peace‘ (Fríð í tær sjálvum), Second Peace (Frið saman við øðrum) og World Peace (Frið í verðini).

í Fyrsta friði venda við uppmerksemi móti øðrum

Vit lurta eftir stillinum í okkum sjálvum og møta tí, sum leingist eftir at verða sæð og rúma. Innari friður er tað staðið í tær sjálvum, har tú kanst luttaka í øllum tí sum er.

Í øðrum friði opna vit hjarta mótvegis øðrum

Vit venja okkum ið at møta øðrum við blýdni og at lurta uttan verjugarðar. Friður millum menniskju, byrjar í tí háttinum vit hyggja ot tosa við hvønn annan.

Í verðinsfriði fara vit inn í eina stórri ringrás – ein ringrás har friður knýtur menniskju saman

Sjálvt tá verðir tykist myrk og vónleys, er hvør løta ein møguleiki fyri broyting. Tá tú velur frið í tanka, gerðum og tínum hátti at verða í verðini, setur tú jalig merkir hjá tínum medmenniskjum. At velja frið sum livivegur er ikki bert ein persónlig ferð, tað er eisini eitt tilvitað val um at stuðla friðinum í heiminum.

Útgreining

  • Byrjar: 19. Mars kl 8.00
  • Endar: 22. Mars kl 17.00
  • Kostnaður:  DKK2200

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://atgongumerki.fo/3511363/workshop-fridur-sum-tilvitad-val-fred-som-levevej
Skeiðleiðari
Maria Holm Iversen