Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Silvursmíð

20. Februar kl 16.00 - 22. Februar kl 16.00
 DKK2500
Skeið í Silvursmíð við Ragnild Dam
Tann 20 til 22 mars fara vit at hava eitt spennandi skeið í silvursmíð, har bæði roynd og óroynd kunnu vera við.
Á skeiðinum fara vit at sniðgeva og evna oyralokkar, armbond, ringar og aðrar prýðislutir burturúr silvuri. Tú lærir at sniðgeva, handfara og at arbeiða við tilfarinum.
Lærari er Ragnhild Dam, ið hevur drúgvar royndir við silvursmíð. Hennara silvur kann síggjast her:
https://www.facebook.com/ragnhilddamjewellery/?locale=hu_HU
Íroknað í prísinum er tilfari til trýggjar lutur, so sum ringar, oyralokkar ella armond. Til ber eisini at keypa tilfar til fleiri lutir. Harumframt ber til at seta tykkara egnu perlur/steinar og annað í prýðislutirnar.
Kunning:
Fríggjadagin 20. marts. Kl 16.00 til sunnudagin 22. mars. Kl 16.00
Við í prísinum er gisting á háskúlanum við egnum kamari, morgunmatur, miðmáli, og døgurði alt vikuskiftið. Eisini ber til at búgva heima og luttaka á skeiðinum.
Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

See less

Útgreining

  • Byrjar: 20. Februar kl 16.00
  • Endar: 22. Februar kl 16.00
  • Kostnaður:  DKK2500

Stað