Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Rødd og framburður av teksti

26. Apríl 2024 kl 16.00 - 28. Apríl 2024 kl 16.00

Tíð og stað

26. apríl – 28. apríl 2024

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Skeiðslýsing

Hevur tú eina týdningarmikla framløgu í samband við títt arbeiði? Ætlar tú at lesa upp ella bera tekst framm á palli? Stúrir tú fyri at taka orðið á einum fundi, ella tá tú skalt til munnliga próvtøku? Vilt tú fegin halda talu tá dótturin skal giftast, ella tá pápi tín fyllir 70, men tú veist ikki um tú skalt tora?

So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.

Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði,og tú verður tilvitað/tilvitaður um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Tú fært nøkur einføld arbeiðsamboð, fært eina fatan av styrkini í tíni egnu rødd, fært eina betri nærveru og verður greiðari, tá tú tekur orðið. Arbeitt verður við ymiskum løttum tekstum og tekstbrotum, og tú ert vælkomin at hava egnan tekst við.

Um skeiðshaldaran

Súsanna Tórgarð er lærari í leiklist. Hon hevur sjónleikara útbúgving  frá Nordisk Teaterskole i Århus, og hevur drúgvar royndir innan leiklistaarbeiði – sum sjónleikari, leikstjóri, undirvísari og rithøvundur. Hon hevur prógv sum Accredited Teacher  frá Voice Studio International  í London, og hevur undirvíst nógv í hesum arbeiðshátti.

Sí meira á www.voicestudiointernational.com.

TEKNA TEG

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til mat, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini ber til at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Annað

Skeiðleiðari
Súsanna Tórgarð