Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Tekniskeið – kyrrlutamyndir

26. Apríl 2024 kl 16.30 - 28. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

26.-28. apríl 2024.

Í myndlistastovuni á Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar, kaffi og máltíðir)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Jón Sonni Jensen

Skeiðslýsing

Á hesum skeiðnum fara vit at hyggja at klassiskum og óvanligum lutum, sum ígjøgnum tíðirnar hava verið nýttir í kyrrlutamyndum. Vit hyggja at hvussu lutir kunnu umboðast í mun til tilfar, litir og
form og tekna eisini  størri uppsetingar av samasettum lutum.

Vit arbeiða við:
– blýanti og koli
– pennum
– pastellkritum og oljukritum

Eisini fara vit aftur í tíð, og hyggja at  søguni hjá hesum heilt serstaka listarliga rákinum.

Um undirvísaran
Jón Sonni hevur eina BA (Hons) í myndlist frá Norwich University of the Arts. Hann er aktivur listamaður, grafikari, seymilærari og fastur myndlistalærari á Háskúlanum. Hann hevur luttikið á alskyns framsýningum í Føroyum og uttanlands, og eru fleiri av hansara verkum á prominentum søvnum í Føroyum. Hann hevur myndprýtt nógvar bøkur, plátuhúsar og hildið tekniskeið á ymsum stovnum seinastu árini. Sí meir um Jón Sonna á heimasíðu hansara www.jonsonnijensen.com

Skrá

Fríggjadagin 26. apríl kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 27. apríl kl. 10.00 til 17.00

Sunnudagin 28. apríl kl. 10.00 til 16.00

Støði

Øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Jón Sonni Jensen