
- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Trívídd (3D) list í stoyping og stoypiformum
3. Mai 2024 kl 16.30 - 5. Mai 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK
Tíð og stað
3.- 5. mai 2024.
Hansastova, Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
1800 kr (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)
1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)
Undirvísari
Jón Sonni Jensen
Skeiðslýsing
Frá luti til form til avstoyping.
Á skeiðnum fært tú møguleikan at læra um stoyping og formgerð innan trívídda/skulpturella list.
Á føroyskum brúka vit ofta orðini standmynd ella høggmynd, tá vit tosa um trívídda list, men trívídd list er so nógv meir enn tað, serliga tá tað kemur til teknikk. Ein sera gamal og sera nógv nýttur teknikkur er stoyping. Fyri at gera eina avstoyping, má ein formur til.
Vit fara at hyggja at og læra um ymisk sløg av formgerð, og sjálvi skapa heilt grundleggjandi og eisini meir fløkjasligar formar.
Grundleggjandi verður arbeitt við gipsi, Gelflex gummi og leiri, men hugt verður eisini at øðrum tilfari, sum eitt nú:
• Silikon/gummi
• Epoxy
• Bronsa/metal
Kom við, um tú hevur hug at menna ein arbeiðshátt, sum fá hava innlit í, og læra eina rúgvu um tilfar og teknikk.
Hvør luttakari verður biðin um at taka ein lut við, at gera ein form og stoyping av. Luturin skal ikki vera alt ov stórur og heldur ikki ov tunnur, og tola ein ávísan hita (uml. 150-170 hitastig)
Skrá
Fríggjadagin 3. mai kl. 16.30 til 21.30
Leygardagin 4. mai kl. 10.00 til 17.00
Sunnudagin 5. mai kl. 10.00 til 16.00
Støði
Øll eru vælkomin.
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.