Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FULLTEKNAÐ: Burðardygg seyming

9. Mai 2024 kl 10.00 - 11. Mai 2024 kl 17.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

9. – 11. mai 2024. (Hósdag, fríggjakvøld og leygardag)

Hansastova, Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við undirvísing og vistarhaldi)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

ÚTSELT

Undirvísari

Elin Lindenskov

Skeiðslýsing

Hetta er eitt skeið til øll, sum vilja læra at brúka sítt tilfeingi betri.

Luttakararnir læra at skapa sítt egna klædnaplagg úr endurnýtslutoyi ella leivdum úr

klædnagoymslum í Føroyum. Tú lærir at brúka tína egnu seymimaskinu, at velja toy, tráð og nál til

ymisk endamál. Tú lærir eitt sindur av tí mest grundleggjandi um seyming og um tilfar.

Um skeiðshaldaran

Elin Lindenskov er hondarbeiðslærari og hevur drúgvar royndir við endurnýtsluseyming og undirvísing í

endurnýtsluseyming.

Skrá

Kr. Himmalsferðarsdag 9. mai   kl. 10.00 – 16.00

Fríggjakvøld 10. mai     kl. 16.30 til   21.30

Leygardag 11. mai kl. 10.00 til 17.00

 

Støði

Øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Elin Lindenskov