- Hetta tiltak er liðugt.
Skitsu- og formteknikkir
21. Apríl 2023 kl 16.00 - 23. Apríl 2023 kl 16.00
Tíð og stað
21. apr. 16.00 – 23. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Lær teg skitsu- og formteknikkir
Dámar tær sniðgeving, skap og teknikkir? Á hesum skeiðinum er einki krav um at tú skalt duga at tekna ella líknandi, men einans at tú ert forvitin, hevur hug at brúka tínar hendur, og ert til reiðar at lata upp fyri tínum innara spælandi barni.
Gjøgnum spæl og eksperimentir við skapi, litum og tilfari, flyta vit okkum frá hugmyndini um, at sniðgeving einans er góð hugskot og flottar tekningar á pappírinum. Her eru tilgongdin og teknikkirnir í fokus, og tú fært innlit í, hvussu form-mál kann vísa tær leiðina inn í ein kreativan heim.
Skeiðshaldari
Ida er útlærd sum mótasniðgevi, smiður og møplasnikkari, og er í løtuni produktiónsábyrgdari hjá arkitektvirkinum Archival Studies í Keypmannahavn.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.