Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Tekniskeið – SUMMARTILBOÐ 750

9. Juni 2023 kl 8.00 - 11. Juni 2023 kl 17.00
 DKK750

Tíð og stað

09. jun. 17.00 – 11. jun. 15.00
Tórshavn, 14 Háskúlavegur, Tórshavn 100, Færøerne

Um skeiðið

TEKNA TEG

Dagskeið 750 kr: Undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð íroknað. Uttan gisting

Um skeiðið

Hevur tú hug til at tekna? Og ynskir tú at læra ymiskar, áhugaverdar teknikkir – í góðum selskapi og mannandi umhvørvi? So er tekniskeið á Føroya Fólkaháskúla júst nakað fyri teg.

Á tekniskeiðnum taka vit hvønnannan í hondina, og vit førka okkum spakuliga frá pinnamonnum til vakrar croquis tekningar. Undirvísingarformurin er lættur, og vit hugsa í skuggum, formum og perspektivum – eisini tá ið vit fara út at tekna í vakra, uttandura umhvørvinum. Vit fordjúpa okkum í áhugaverdum teknihættum, og vit nema okkum tekniskar førleikar, ið eru við til at kveikja áhugan fyri víðari arbeiði við myndlist. Skeiðið er ætlað øllum, royndum sum óroyndum, og vit leggja stóran dent á gott samanhald og hugnaligar upplivingar.

Um meg

Sum undirvísari havi eg eina MA frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn. Eisini havi eg gingið á tekniskúlanum Skolen for Kunst og Design í Århus og undirvíst í tekning á skúlum og almennum stovnum.

Skrá

  • Fríggjadag 9. juni kl. 17-19
  • Leygardag 10. juni kl. 10-15
  • Sunnudag 11. juni kl. 10-15

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 9. Juni 2023 kl 8.00
  • Endar: 11. Juni 2023 kl 17.00
  • Kostnaður:  DKK750
  • Tiltak Bólkur:

Annað

Atgongumerki
https://haskulin.atgongumerki.fo/webshop/event/2014504/order/info
Skeiðleiðari
Barbara Hilduberg