Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Undranarskeið – SUMMARTILBOÐ 750 kr

9. Juni 2023 kl 17.00 - 11. Juni 2023 kl 17.00
 DKK750
Undranarskeið - SUMMARTILBOÐ

Tíð og stað

09. jun. 17.00 – 11. jun. 15.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Dagskeið 750 kr: Undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð íroknað. Uttan gisting.

Undranarskeið – Skriving

Málbólkur: Øll, sum vilja læra ella menna sína kreativa hugsanarhátt – byrjarar eins og framkomnir høvundar og onnur listafólk.

Gjøgnum royndir og spælandi hugsavnan taka luttakararnir áhaldandi nýggja støðu til hugskotini síni, menna, broyta og endurskapa.

Praktiskar uppgávur og skriving avloysa hvørt annað, soleiðis at verkið mennist á ein nýggjan og spælandi hátt. Hugskotið tú byrjaði við, verður kanska broytt til okkurt heilt annað – og kanska meira áhugavert.

Rakel hevur fyrr havt Undranarskeið á Háskúlanum, men hesum konseptinum líkt, so eru nýggj elementir í hesum skeiðnum, sum ikki vóru í teimum fyrru. Luttakararnir fara heim við einhvørjum lidnum verkið.

Skrá

  • Fríggjadag 9. juni kl. 17-19
  • Leygardag 10. juni kl. 10-15
  • Sunnudag 11. juni kl. 10-15

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 9. Juni 2023 kl 17.00
  • Endar: 11. Juni 2023 kl 17.00
  • Kostnaður:  DKK750
  • Tiltak Bólkur:

Annað

Atgongumerki
https://haskulin.atgongumerki.fo/webshop/event/2014506/order/info
Skeiðleiðari
Rakel Helmsdal