Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Bafixan prentskeið við Sólvør Helgadóttir

5. Apríl 2024 kl 16.30 - 7. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

5. – 7. apríl 2024

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (við undirvísing, vistarhaldi og tilfari)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Sólvør Helgadóttir er útbúgvin skraddari og hevur tikið alskyns skeið innan kreativt handarbeiði. Hon hevur undirvíst í nógv ár og havt egið virki.

Skeiðslýsing

Plantuprent v/hitapressu er ikki sum aðrir prentháttir. Vit brúka turkaðar plantur, mála tær og prenta tær á toy, sum gevur eitt fantastiska flott úrslit. Undirvísingin umfatar eisini nakað av litlæru, tilfarslæru og plantulæru.

Vit kanna vøkstur og lív í nærumhvørvinum, sum vit brúka í arbeiðinum, samstundis sum vit endurrnýta tilfar vit eiga.

 

Undirvísingarskrá

Fríggjadagin 5. apríl kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 6. apríl kl. 10.00 til 17.15

Sunnudagin 7. apríl kl. 10.00 til 16.00

Støði

Hettar skeiði er fyri øll .Eingin forkunnleiki krevst.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Sólvør Helgadóttir