Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Leiklistaskeið: Frá pappíri til pall

7. Juni 2024 kl 10.00 - 9. Juni 2024 kl 19.30
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

7. – 9. juni 2024. (Vikuskifti)

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við undirvísing og vistarhaldi)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Marita S. Dalsgaard

Skeiðslýsing

Skeiðið snýr seg um at møta einum teksti við tí fyri eyga at hann skal berast fram fyri øðrum. Vit arbeiða við at ogna okkum ein tekst, geva honum kropp og flyta hann frá pappírinum uppá pallin. Vit gera venjingar, sum snúgva seg um dynamikk og smidligheit í framburði av tekstinum.

Málbólkur

Tey sum ynskja at menna førleikan at bera fram ein tekst.

Um skeiðshaldaran

Marita S. Dalsgaard er yrkisleiklistafólk við drúgvum royndum sum leiksjtóri, sjónleikari, dramatikari og senografur. Í fimm ár var hon tilknýtt Teater Fair Play sum leikari,  og í tí sambandi hevur hon verið leikferðir  um alt Danmark, í Týsklandi, Russlandi og Japan.

Marita hevur m.a. leikstjórnað: Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukow, Orsaka eftir Kamillu Wargo Breckling,Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad og Lortið, (La Merda), eftir Cristian Ceresoli.

Marita S. Dalsgaard er leiðari av Leikhús SKIFT, sum var stovnað í 2005.

Skrá

Fríggjakvøld 7.juni    kl. 16.30 til  19.30

Leygardag 8. juni kl. 10.00 til 21.30

Sunnudag 9.juni kl. 10.oo – 16.00

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til mat, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini ber til at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Marita S. Dalsgaard