Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Summarskeið: Lindy Hop – víðkað grundskeið

5. Juni 2024 kl 17.00 - 19. Juni 2024 kl 21.30
 DKK750

Eftir væleydnað lindy hop skeið við Lív Reynheim og Biritu á Mýrini, bjóðar háskúlin tær hervið á summarskeið. Hetta er eitt tilboð, ið er ætlað fyrrverandi luttakarum á skeiðum, har eftirmetingarskjøl vísa, at áhugi er fyri framhaldskeiði. Talan er um trý mikukvøld á  rað: 5., 12. og 19. juni. Tvey tey fyrstu kvøldini er vanlig undirvísing, og triðja kvøldið fara vit ein felags gongutúr – sí frágreiðing niðanfyri.

TEKNA TEG

Skeiðslýsing

Mikukvøldini 5. og 12. juni skrúva vit upp fyri eykenda góða jazztónleikinum. Vit fara at uppfríska grundstevini og leggja dent á at fáa hesi at sita. Harumframt leggja vit onkrar venjingar afturat, sum tit eftirfylgjandi kunnu reypa tykkum av.

Triðja og seinasta kvøldið, 19. juni, brúka vit í góðum selskapi við luttakar á øðrum skeiðum á háskúlanum. Talan er um afturvendandi luttakarar á glasskeiði, tekning og raddarskeiði. Sí meiri kunning um hetta serstaka kvøldið niðanfyri.

Avmarkað pláss verður á skeiðinum, men um tit ynskja at bjóða partnara ella vini við, so ber hetta eisini til. Vit endurtaka grundstevini, sum vit lærdu á undanfarna skeiðinum, men víðka um tekniskar førleikar og musikalitetin hjá tí einstaka.

 

Art Hike

Triðja mikukvøldið, 19. juni, verður eitt serligt kvøld, har allir luttakararnir á ymisku skeiðunum, fara ein felags gongutúr, ein sokallaðan Art Hike – ein listaligan gongutúr. Áður hava Jón Sonni Jensen og Guðrið Poulsen skipað fyri líknandi gongutúrum kring landið, og fært tú nú høvi at luttaka á einum slíkum.

Tað sum sermerkir ein Art Hike gongutúr, er, at dentur verður lagdur á at koma at kenna náttúruna á ein øðrvísi hátt.

Hvør luttakari fær ein toyposa við einum góðum matpakka, vatnfløsku og eini sitipútu. Í posanum verða eisini aðrir forvitnisligir lutir, sum vit brúka til aktitivitetir, ið læraranir á Háskúlanum skipa fyri.

 

Skrá:

5. og 12. juni

  • kl. 17.00-18.30: Undirvísing
  • kl. 18.30-19.15: Matarsteðgur
  • kl.19.15-21.30: Undirvísing

19. juni

  • kl. 17.00-21.30: Art Hike

Prísur: 750 kr.

Avmarkað pláss!

TEKNA TEG

Útgreining

  • Byrjar: 5. Juni 2024 kl 17.00
  • Endar: 19. Juni 2024 kl 21.30
  • Kostnaður:  DKK750

Stað

Fyriskipari